Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Nýtt skeið í listterapi byrjar 8. oktober

16/9/2019

Nýtt skeið í listterapi byrjar fyrst í oktober


Fyri 15. ferð skipar Krabbameinsfelagið fyri skeiði í listterapi. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur.


Nær

Bólkurin byrjar 8. oktober og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna í 3 til 4 tímar. Seinasti dagur er um miðjan desember.

Hvør

Øll, sum hava ella hava havt krabbamein, kunnu luttaka. Nógv halda seg skula vera listafólk, men tvørturímóti kann tað vera ein fyrimunur ikki at vera vanur at úttrykkja seg kreativt.

Hvat

Royndirnar hjá Krabbameinsfelagnum vísa, at luttakarar í ymsu bólkunum hjá felagnum hava stóra gleði av at vera saman og - frítt og í trúnaði - deila tað, tey hava í felag.                                                                                                                                                      

Á skeiðnum í listterapi kanst tú - umframt at úttrykkja teg í talu - eisini brúka t. d. skriving, tekning og máling. Tú verður vegleidd/ur soleiðis, at tað verður so lætt sum gjørligt at koma í gongd við kreativu uppgávurnar, og hevur hetta higartil ikki verið nakar trupulleiki hjá nøkrum luttakara.                                                                                                                      

Dentur verður lagdur á, at tú skalt føla teg so tryggan sum gjørligt, og at umstøðurnar eru fjálgar og hugnaligar.                                                                                                              

Viðkomandi undirvísing, ymisk øvilsir og ein løtt máltíð eru eisini partur av skeiðnum.


Brot úr afturmeldingum:
“Hetta hevur verið ein ferð frá maktasloysi og vónloysi til mentala styrki og optimismu.”


“Tað er við sorgblídni, eg komi til listterapi fyri seinastu ferð. Eg havi veruliga notið at koma einaferð  um vikuna. Eitt frírúm, har eg eri sloppin at úttrykkja meg frítt og kreativt.”


“Takk fyri allar góðar og læruríkar, men eisini stuttligar, løtur, sum fingu meg at trúgva uppá mítt egna virði sum menniskja. Eg fekk ógvuliga gott av samveruni.”