Nýtt skeið í listterapi

Nýtt skeið í listterapi
Nú er aftur møguleiki at sleppa á skeið í listterapi.
Skeiðleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur.
Ætlanin er at hittast eina ferð um vikuna, 10 ferðir íalt. Byrjað verður við kunning um skeiðið hósdagin 15. jan. 2015. Skeiðið er ókeypis.
Listterapi er eitt tilboð til tín, ið hevur ella hevur havt krabbamein. Royndirnar frá undanfarnu skeiðum hava verið sera góðar og hava víst, at listterapi er ein góður háttur at stuðla fólki, ið eru ella hava verið rakt av álvarsligari sjúku.
Í hugnaligum og viðurkennandi umhvørvi fært tú, saman við øðrum í somu støðu, møguleikan at verða hoyrd/-ur og rúmað/-ur við tí, tú hevur uppá hjarta. Tú kanst gloyma teg burtur eina løtu í kreativum uppgávum og arbeiða við tí, ið tyngir og tí, ið gevur meining. Tú kanst gerast meira tilvitað/-ur um teg sjálvan og egnan mátt og á henda hátt styrkjast á tíni leið víðari í lívinum.
Listterapi snýr seg ikki um at gera listarlig meistaraverk, men við t. d. máling, tekning, skriving ella modellering at arbeiða við tíni støðu - tankum og kenslum. Saman við terapeutinum verður tosað um tað, tú hevur tilevnað.
Tær nýtist als ikki at hava royndir við listarligum arbeiði frammanundan. Tað kann harafturímóti vera ein fyrimunur at vera heilt óroyndur. Verkini eru áhugaverd innihaldsliga, ikki í útsjónd.
Viðmerkingar frá undanfarnum skeiðsluttakarum:
”Eg upplivdi at vera partur av góðum felagskapi, fekk innlit í tankar og áskoðanir hjá mær sjálvari og øðrum, fekk mót uppá at vera kreativ, føldi gleði í stillu løtunum, havi notið umgevilsini, eri blivin betri til at góðtaka mína lagnu, eri blivin meira tilvitað um meg sum persón - mína kjarnu, havi merkt innarligheit og rúmligheit, eri blivin mint á alt tað góða uttan um meg, havi fram um alt følt umsorgan”.
“Hesir mikudagar hava verið sera hugnaligir; eg havi fingið nógv gott at hoyra og uppliva. Hevði ikki droymt um, at eg skuldi uppliva tílíkt skeið, og vil eg siga Takk”.
“Havi fingið alt gott burturúr, so sum frið; havi fingið sett orð á ting, bevíst og óbevíst. Haldi ikki eg sum so stúri nú. Sum heild 10 góðir dagar. Takk fyri.”
“ Havi fingið mót, sjálvsálit, síggi lívsvirðir, havi merkt samfelag við onnur - felagsskap, eri komin at kenna nýggj fólk . Havi fingið vitan um, at hjálp er at fáa. Síggi øðrvísi uppá umstøður. Hugsi um næstan.
Áhugaði kunnu tekna seg ella fáa meira at vita við at ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost poula@krabbamein.fo
Vinarliga
Jansy Gaardlykke
Dagligur leiðari