Nýtt skeið í listterapi

Listterapi er eitt tilboð til tín, ið hevur ella hevur havt krabbamein. Royndirnar frá undanfarnu skeiðum hava verið sera góðar og hava víst, at listterapi er ein góður háttur at stuðla fólki, ið eru ella hava verið rakt av álvarsligari sjúku.
Í hugnaligum og viðurkennandi umhvørvi fært tú, saman við øðrum í somu støðu, møguleikan at verða hoyrd/-ur og rúmað/-ur við tí, tú hevur uppá hjarta. Tú kanst gloyma teg burtur eina løtu í kreativum uppgávum og arbeiða við tí, ið tyngir og tí, ið gevur meining. Tú kanst gerast meira tilvitað/-ur um teg sjálvan og egnan mátt og á henda hátt styrkjast á tíni leið víðari í lívinum.
Listterapi snýr seg ikki um at gera listarlig meistaraverk, men við t. d. máling, tekning, skriving ella modellering at arbeiða við tíni støðu - tankum og kenslum. Saman við terapeutinum verður tosað um tað, tú hevur tilevnað.
Tær nýtist ikki at hava royndir við listarligum arbeiði frammanundan. Verkini eru áhugaverd innihaldsliga, ikki í útsjónd.
Úttalilsi frá skeiðluttakarum:
"Skeiðið var ein stór gáva - eg merkti lívd, aksept, at verða hoyrd og hjartalag. Har var sorg, gleði og látur. Eg føli meg heilari, sterkari og fjálgari."
"Tað er fantastiskt, at fáa møguleikan at sleppa at luttaka í bólki saman við øðrum , sum hava verið rakt av somu sjúku, hava merkt og sæð deyðaskuggan, hava staðið á lívsins egg, men tó megna at vent eygunum til vónina og aftur til lívið....Fyri meg var skeiðið eitt sera gott og endurmennandi átak.
"Nakrar fantastiskar vikur.Hjartans tøkk fyri alt, eg kundi læra at fara ígjøgnum hesa tíðina."
"Eg havi havt stóra gleði av at vera til listterapiskeiðið hjá Fíu. Hvørja ferð havi eg glett meg at farið - og følt stórt nøgdsemi, tá eg eri heimafturkomin. Tað hevur lætt um at fáa úttrykt kenslurnar uttan um krabbasjúkuna í hugnaligum umhvørvi og góðum selskapi. Tað er forloysandi at tekna, mála, skriva, lurta og tosa við onnur í somu støðu, og Fía dugir serstakliga væl at fáa meg/okkum at føla okkum væl. Eg vil viðmæla øllum, sum fáa møguleikan, at fara á listterapiskeiðið
"Fía hevur við sínum sera nærverandi, inspirerandi og umsorganarfulla máta hjálpt mær at ferðast í mínum egna hugaheimi við míni stúran, ótta, gleði, øði og vón og inspirerað meg til at givið úttrykk fyri mínum kenslum antin við at mála, moddellera,tekna ella skriva. Vit eru eisini sum bólkur blivin forkelað við deiligum mati og hugna…. Hetta hava verið 10 fantastiskar løtur í listterapi (hjá Fíu)".
"Hetta hevur verið góð og gevandi tíð. Kenni meg sterkari uppá allar mátar. Eg kann dagliga brúka tað, vit lærdu; hetta eisini til gleði fyri tey uttan um meg.
Áhugaði kunnu tekna seg ella fáa meira at vita við at ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo
Vinarliga
Jansy Gaardlykke
Dagligur leiðari
Á myndini er Fía