Norðurlensku krabbameinsfeløgini høvdu fund 4.mars

Nordic Cancer Union hevði fund á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn tann 4. mars 2013. 4 fundir verða hildnir árliga í Nordic Cancer Union, og av tí at Føroyar í løtuni hevur formansskapin í NCU, verða 2 av hesum fundum hildnir í Føroyum og 2 í Keypmannahavn.Nógv áhugaverd mál vóru á skránni til hendan fundin í Keypmannahavn. Millum annað samtykti NCU at gera eina felags yvirlýsing um nýtslu av solarium. Øll tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini eru á einum máli um, at nýtsla av solarium til ung undir 18 ár eigur at verða bannað. Hetta av tí at nýtsla av solarium økir munandi um vandan fyri at fáa húðkrabba. Yvirlýsingin verður send út í næstum. Jákup N. Olsen, formaður, fegnast um, at tað er møguligt at gera eina felags yvirlýsing á hesum øki. Tað styrkir um arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum herheima, at NCU stendur saman um, at solarium til ung undir 18 ár eigur at verða bannað.
Næsti fundur í NCU verður í Føroyum tann 27. mai 2013. Tá verður aðalfundur, og koma tí bæði formenn og aðalskrivarar í norðurlendsku krabbameinsfeløgnunum til Føroyar á fund.
Á myndini omanfyri eru umboð fyri øll tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini uttanfyri Norðuratlantsbryggjuna.