Norðurlendskur stomifundur og hugnaløta 7. juni 2007
Í samband við norðurlendskan stomifund í Føroyum í døgunum 7. - 10. juni skipar Stomibólkurin hjá Føroya Felag Móti Krabbameini og Stomiambulatorii á Landssjúkrahúsinum fyri hugnaløtu fyri fólki, sum hava stomi ella bekkenreservoir.
Avvarandi eru eisini vælkomin við.
Umboð frá donsku stomifyritøkuni Dansac fara at greiða frá og vísa tað nýggjasta innan stomiproduktir
Hugnaløtan verður á Hotel Hafnia hósdagin 7. juni 2007 kl. 18.30 til 20.00.
Um tygum hava hug at vera við, vinarliga boða frá hjá Føroya Felag Móti Krabbameini á telefon 317959/ 217959/ 217957 ella Stomiambulatorii telefon 227662, í seinasta lagi týsdagin 5. juni kl. 15.00.
Vinarliga
Olgar Hansen, formaður í Stomibólkinum, Lív Lognberg og Elin Vitalis, stomi-sjúkrarøktarfrøðingar.