Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Norðurlendsk stomifeløg á ráðstevnu í Føroyum

7/6/2007

Komandi dagarnar (7. - 10. juni) hittast umboð fyri stomifeløg úr øllum Norðanlondum í Føroyum.

Stomi er ikki ein sjúka, men ein fylgja av eina skurðviðgerð. Fólk við stomi hava fingið gjørt op á búkin til land ella skarn – fyribils ella restina av lívinum. Umleið 70 fólk í Føroyum hava stomi.

Orsøkirnar, til at stomi skurðviðgerðir verða gjørdar, eru m.a. krabbamein, kroniskur bruni í tarmunum ella viðfødd brek.

Ráðstevnan verður hildin á hvørjum ári í skiftandi norðurlendskum landi, og er hon fyri áhugafeløg við sjálvbodnum fólki, sum hava ella hava havt stomi, og sum hava fingið upplæring at veita stuðul og vegleiðing til onnur í somu støðu.

Tá Krabbameinsfelagið varð stovnað, var ein av uppgávunum at taka sær av stomisjúklingum. Í dag tekur Stomiambulatoriið á Landsjúkrahúsinum sær av ráðgeving og undirvísing fyri øll, sum hava fingið stomi.

Krabbameinsfelagið hevur tó framvegis ein sjálvhjálparbólk innan stomi. Í hesum bólkinum kunnu fólk fáa ráð og vegleiðing frá fólki, sum sjálvi hava ella hava havt stomi.