Nordisk Cancer Union á fundi við Norðurlandaráðið.

Hetta í samandi við, at Norðurlandaráðið á "Nordisk Råds Session 2013" í Oslo í heyst skal viðgera eitt uppskot til samtyktar frá Høgna Hoydal og Helga Abrahamsen um tættari samstarv millum Norðurlandaráðið, Norðurlendska Ráharraráðið og Nordisk Cancer Union.
Á fundinum greiddi Jákup N. Olsen frá, hvussu hann metir at samstarvið millum Nordisk Cancer Union, Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráharraráðið kann styrkjast í framtíðini. Brynhild Høgnadóttir, ið var við Jákup á fundinum, greiddi frá um "Solkampagne projektet", ið er ein verkætlan, ið er stuðla av NCU. Brynhild Høgnadóttir umboðar Krabbameinsfelagið í hesi verkætlan.
"Velfærdsudvalget" vísti einum framtíðar samstarvi við Nordisk Cancer Union stóran áhuga, og tey fóru at geva uppskotinum til samtyktar um tættari samstarv við NCU góða viðgerð í "Nordisk Råds Session 2013".
Á myndinin eru Jákup N. Olsen og Brynhild Høgnadóttir avmyndaði saman við formanninum í "Velfærdsudvalget": Anders Andersson.
Les meira um fundin á heimasíðuni hjá NCUher
og les uppskotið til samtyktar her