Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Njót sólina við fyriliti

2/6/2008

Vit elska sólina. Men vit duga ikki nóg væl at ansa eftir sólini, og solarium verður framvegis brúkt í stóran mun í Føroyum.

47% av føroyingum millum 15 og 24 ár taka regluliga solarium. 21% av hesum taka sól hvørja viku, 17% aðruhvørja viku og 38% eina ferð um mánaðin. Tølini eru hægri enn altjóða tøl. Samstundis er móðurmerkjakrabbi tað slagið av krabbameini, sum veksur mest í Føroyum. Einir 6-10 føroyingar um árið fáa staðfest móðurmerkjakrabbamein. Solariu eru høvuðsatvoldin til at tilburðirnir eru mangir og vaksandi.

Ultraviolettar strálur kunnu geva krabbamein í húðini. Men tað góða er, krabbamein í húðini er tað krabbameinsslagið, sum er lættast at verja seg ímóti. Tað besta tú kanst gera fyri at sleppa undan húð- og móðurmerkjakrabba er við at :

• halda teg burtur frá sólini kl. 12 til 15, tá UV-strálingin er sterkast

• ikki fara í solarium, tí strálurnar líkjast teimum, sum elva til móðurmerkjakrabba

• verja teg við klæðum og sólhatti, sum er góð verja móti UV-strálum

• nýta sólkrem – men ver varin, og ligg ikki í sólini í tímavís, tí eingi prógv eru fyri, at sólkrem einsamalt verjir móti móðurmerkjakrabba

Njót sólina og ansa væl eftir tær! 

Keldur:

www.cancer.dk

www.krabbamein.fo

www.uf.fo

Gallupkanning fyri Góðan Morgun Føroyar, kunngjørd 08.11.2007