Netverksbólkur fyri makar
.jpg)
Vit hittast aftur hósdagin 8. januar 2026 frá kl. 16.15 til kl. 18.15. Netverksbólkurin er fyri teg, sum er maki til ein, sum hevur ella hevur havt krabbamein. Í bólkinum fært tú møguleika at deila tankar, kenslur og royndir við onnur í somu støðu sum tú.
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur, sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.
Vit hittast hósdagin 8. januar 2026 frá kl. 16.15 til kl. 18.15, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Tilmelding á telefon 317959, sms til 217957 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo