Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Netverksbólkur fyri makar

26/5/2026

Vit hittast aftur týsdag 23. juni 2026 frá kl. 16.15 til kl. 18.15. Netverksbólkurin er fyri teg, sum er maki til ein, sum hevur ella hevur havt krabbamein. Í bólkinum fært tú møguleika at deila tankar, kenslur og royndir við onnur í somu støðu sum tú.

At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur, sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.

Vit hittast týsdagin 23. juni 2026 frá kl. 16.15 til kl. 18.15, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn. Tilmelding niðanfyri.

Tilmelding

Takk fyri tilmeldingina

Vit seta okkum í samband við teg, um tað verður neyðugt. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 317959, ella við at senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Okkurt gekk galið. Royn aftur.