Neistin og høvuðsstuðlar stuðla Krabbameinsfelagið
Neistin hevur vegna besta mansliðið gjørt nýggja stuðulsavtalu fyri kappingarárið 2007/2008, sum ber við sær, at høvuðsstuðlarnir: Kaupthing Bank, SMS og Føroya Tele ikki bara stuðla Neistanum, men eisini Føroya Felag Móti Krabbameini.
Sum nakað heilt nýtt, hava fyritøkurnar SMS, Kaupthing Bank og Føroya Tele gjørt eina øðrvísi stuðulsavtalu við Neistan fyri kappingarárið 2007/2008. Samstundis sum fyritøkurnar verða høvuðsstuðlar hjá Neistanum, ynskja fyritøkurnar at stuðla arbeiðinum móti krabbameini. Besta manslið Neistans fer at leika við búmerkinum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini á bringuni. Eisini verður eitt telefonnummar, 905600, prentað á búnan, sum fólk kunnu ringja til og stuðla felagnum. Fyri hvørt uppkall fara 25,- kr. óskerdar til Krabbameinsfelagið.
Harumframt fær Føroya Felag Móti Krabbameini eina peningagávu frá Kaupting Bank, SMS og Føroya Tele, tá ið kappingarárið fer at halla í apríl 2008.
Kjartan Thomasen, formaður í Neistanum, sigur, at tey í Neistanum eru sera fegin um avtaluna við høvuðsstuðlarnar. Kjartan leggur afturat, at hendan avtalan prógvar, at ítrótturin, vinnan og feløg, sum t.d. Føroya Felag Móti Krabbamein, avgjørt kunnu standa saman og gera gagnligar samstarvsavtalur sína millum.
Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini fegnast um gávuna.- Vit eru sera takksom fyri henda stuðul og hetta tiltak, sum SMS, Kaupting og Føroya Tele hava tikið stig til saman við Neistanum, sigur Jákup N. Olsen. Føroya Felag Móti Krabbameini er eitt sjálvstøðugt felag, ið ikki fær nakran almennan stuðul. Tí kemur hesin stuðul sera væl við, sigur hann.
Eisini heldur Jákup N. Olsen tað hevur stóran týdning, at eitt ítróttarfelag sum Neistin stuðlar Føroya Felag Móti Krabbameini, tí júst ítróttur og likamsrørsla hevur stóran týdning í sambandi við krabbamein.- Vit vita, at likamsrørsla er við til at fyribyrgja krabbamein, og at tað er gott at røra seg sum mest, meðan ein er sjúkur. Harumframt kann ein gerast eitt virkið ítróttarfólk, hóast ein hevur havt krabbamein, sigur formaðurin í Føroya Felag Móti Krabbameini.
Tórshavn, týsdagin 30. oktober 2007
Neistin, Føroya Felag Móti Krabbameini,
og
Kaupthing Bank, SMS og Føroya Tele.