Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

NCU aðalfundur í Keypmannahavn

2/6/2014

NCU setti fyri umleið einum ári síðani ein arbeiðsbólk við limum úr øllum limalondunum at tilevna nýtt uppskot til strategi. Arbeiðsbólkurin er nú liðugur við sítt arbeiði og legði fram endaliga uppskotið. Mælt varð til, at NCU tey næstu árini arbeiðir við hesum økjum: registaragrunadaðum epidemiologiskum kanningum, frágreiðandi epidemiologi, samanlíknandi kliniskum epidemiologiskum kanningum og kliniskum royndum. NCU aðalfundurin fegnaðist um megnar arbeiðið, ið arbeiðsbólkurin hevði gjørt og samtykti uppskotið til nýggja strategi.

Eitt annað punkt á skránni var samstarv við Norðurlandaráðið/Ráðharraráðið. NCU hevur sent sítt íkast til frágreiðingina hjá Bo Kønberg, sum í løtuni er í fer við at skriva eina frágreiðing um, á hvønn hátt Norðanlond skulu samstarva á heilsuøkinum framyvir. Frágreiðingin verður løgd fram á Norðurlendska Ráðharrafundinum, ið verður í Íslandi í juni í ár.

Jákup N. Olsen sigur, at av tí at Norðurlandaráðið í oktober í fjør samtykti eitt upskot um tættari samstarv ímillum Norðanlond á krabbameinsøkinum, væntar og vónar hann, at nógv gott verður at finna um krabbameinsøkið í hesari frágreiðing.

Næsti NCU fundur verður hildin í Føroyum tann 10. Oktober 2014

Á myndini síggjast umboð fyri NCU. Føroysku umboðini eru Jákup N. Olsen formaður, Agnar á Dul og Birita Ludvíksdóttir, samskipari.