Myelomatosubólkurin hittist aftur hósdagin 27. august
23/8/2026

Tiltak fyri fólk við myelomatosu, ið er eitt slag av blóðkrabba, sum rakar beinmergin.
Tiltakið verður hósdagin 27. august frá kl. 16.00 til 18.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn.
Olga Kristina Hansen, lækni, sum er undir útbúgving til hæmatolog, fer at greiða frá um sjúkuna, um viðgerð, eftirlit og nýggjastu vitan um sjúkuna.
Boða frá luttøku niðanfyri.