Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Møguleikar fyri heilt nýggjum slagi av krabbameinsheilivági

9/4/2007

Vit hava funnið ein biologiskan avbrótara (kontakt) í vanligum kyknum og krabbameinskyknum, sum kann koma at skapa møguleikar fyri nýggjum heilivági móti krabbameini, sigur Kristian Helin professari, sum stendur fyri verkætlanini.

Danskir granskarar hava funnið eina nýggja ætt av eggjahvítaevnum (proteinum), sum bæði stýra lagnuni hjá stam-kyknum, og reka vøksturin hjá krabbameinskyknum.

Í hesum sambandi verða nú royndir gjørdar at menna darvarar til hesa eggjahvíta-ætt, og um tað eydnast verður roknað við, at møguligt er at gera eitt heilt nýtt slag av krabbameinsheilivági.

Vit hava funnið ein biologiskan avbrótara (kontakt) í vanligum kyknum og krabbameinskyknum, sum stýrir vøkstrinum hjá krabbameinskyknum, sigur Kristian Helin professari, sum stendur fyri verkætlanini. Finna vit eitt evni, sum kann sløkkja henda avbrótaran, kann tað gerast ein nýggjur munagóður heilivágur, sigur Kristian Helin, frá BRIC.Stamkyknur og krabbameinskyknur hava tað til felags, at tær KUNNU býta seg sundur óendaliga, meðan vanligar kyknur ikki kunnu býta seg sundur, um tað ikki er neyðugt. Eisini stamkyknurnar býta seg bert sundur, tá tað er neyðugt, - tær hava evnini til bæði.

Familjan av eggjahvítaevnum (proteinum) sum ger at bremsurnar í stamkyknum og krabbameinskyknum ikki virka, eru til staðar í nógv størri nøgd í krabbameinskyknum enn í stamkyknum. Tí skikka krabbameinskyknurnar sær sum tær gera, í mun til stamkyknurnar.Um tað ber til at finna fram til lívfrøðiligar darvarar, sum kunnu avmarka nøgdina av slíkum eggjahvítaevnum í krabbameinskyknum, merkir tað, at tað ber til at avmarka vøksturin á krabbameinskyknum.

Farið er undir samstarv við danska biotøknifelagið TopoTarget. Endamálið er at royna at menna lívfrøðiligar darvarar. Í løtuni kanna vit eina eggjahvítaætt, sum nevnist Jumonji2, og sum finst í stórari nøgd í krabbameinskyknum hjá prostatasjúklingum, sigur Kristian Helin, professari.Kræftens Bekæmpelse í Danmark stuðlar starvstovuni hjá Kristian Helin, við 2 mió. kr. árliga.