Metstórur stuðul til Team Rynkeby Føroyar Grunnin
15/9/2019

Metstórur stuðul frá Team Rynkeby Føroyar
Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.407.000 kr.
Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður Jansy Gaardlykke umboð fyri Team Rynkeby Føroyar Grunnin, á samkomu í Aulini í Finsen leygardagin.
Tá Team Rynkeby á sinni byrjaði varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum.
Grunnurin vil við hesum takka Team Rynkeby Føroyar so hjartaliga fyri stuðulin .