Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Mannfólkakvøld um menn og krabbamein 27. januar

20/1/2014

                                                                                                                                                                                     

                                                                           

Mannfólkakvøld 27. januar,  menn og krabbamein

Krabbameinsfelagið skipar fyri kunnandi tiltaki  um menn og krabbamein

Tiltakið verður á Hotel Føroyum mánakvøldið 27. januar  klokkan 19.00

Johan Poulsen, fer at halda fyrilestur um krabbamein í bløðruhálskertli og testiklum, um sjúkueyðkenni, um viðgerð í dag í mun til fyrr og um eftirviðgerð og kontroll. Eisini fer hann at greiða frá,  hvussu menn kunnu gera sjálvkanningar og fara til lækna so skjótt teir merkja nakað óvanligt.

Bjarni Djurholm, sum vit øll kenna sum politikara, hevur kent sviðan av at verða raktur av krabbameini heilar tvær ferðir. Hann fer at siga sína persónligu søgu um at verða raktur av sjúkuni, hvussu tað var at ganga til viðgerð, og hvussu hann kom fyri seg aftur.

Krabbameinsfelagið veit av royndum, at menn í nógv minni mun enn kvinnur nýta tey tilboð, sum felagið hevur um kunning, hjálp og vegleiðing í sambandi við krabbamein. Felagið skipar tí fyri hesum kunningarkvøldi, sum serstakt átak fyri menn –  kvinnur hava sostatt ikki atgongd í hesum umfari.

Tá felagið skipaði fyri líknandi tiltaki fyri gott trimum árum síðani, var undirtøkan sera  góð. Krabbameinsfelagið eggjar øllum monnum, sum hava hug, at koma at lurta.

Tiltakið er ókeypis, men vit heita á menn um at boða frá luttøku á telefon 317959 ella teldupost kmf@krabbamein.fo.

Vinarliga

Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari