Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Longu 22 vertir til Grannakaffi

6/2/2015


Longu 22 vertir til Grannakaffi

Føroyingar hava tikið væl í móti nýggja tiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum. Tað eru tvær vikur síðani Grannakaffi varð almannakunngjørt og talið av vertum er nú 22. Krabbameinsfelagið fegnast um góðu undirtøkuna, men ynskir at fáa fleiri vertir.

- Freistin at tekna seg sum vert er 1. mars

Brynhild Høgnadóttir: Øll verða rakt av krabbameini onkuntíð í lívinum. Antin sum sjúk ella sum avvarðandi. Tí vil eg fegin vera við til at gera mun.

Tú kann gera mun - hjálp teimum, ið longu hjálpa

Endamálið við Grannakaffi er heilt einfalt at savna pening inn til Krabbameinsfelagið og samstundis hava høvi at hittast undir hugnaligum umstøðum. Vertirnir til Grannakaffi bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til ein drekka munn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað.

Krabbameinsfelagið fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar hjá felagnum eru limagjøld og gávur frá einstaklingum og virkjum. Tí er hetta eitt kærkomið tiltak, sum gevur felagnum størri orku at røkka sínum endamálum. Vilt TÚ verða vertur? Tilmeldingarskjal er á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum, www.krabbamein.fo, og á facebook vanganum hjá Grannakaffi.