Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Løgtingskvinnur stuðla bróstunum

9/10/2015

Løgtingskvinnur stuðla bróstunum

Oktobermánaði er bróstkrabbamánaði kring allan heim. Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum selur í hesum sambandi armbond og oyraringar.

Oyraringarnir hevur Elin Lindenskov tilevnað úr endurnýstlutilfarið. Teir kosta kr. 100,- parið.

Armbondini hevur Turið Mohr snigivið, tey eru úr silvuri og leðri. Armbondini kosta kr. 200,-

Smúkkurnar fáast á hesum støðum:

•Tjaldurs Apotek í Havn

•Kioskin á Landssjúkrahúsinum

•Body Shop í SMS

•Apotekinum í Klaksvík

•Sorella í Miðvági

Peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til gransking í bróstkrabba og til arbeiði í Bót til bata. Bólkurin Bót til Bata er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, og er fyri kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein í bróstinum. Endamálið hjá bólkinum er at ráðgeva og stuðla kvinnum, sum fáa staðfest bróstkrabba.