Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Ljósareyða sloyfan designað í Føroyum til átakið í ár

5/10/2007

Men í ár ynsktu vit eina sloyfu, sum var sniðgivin í Føroyum serliga til átakið hjá okkum í 2007. Vit kunnu nú siga at sloyfan hevur fingið føroyskt design. Hetta arbeiðið hevur ein sniðgevi hjá Sansun hegnisliga greitt úr hondum.

Ljósareyða sloyfan er eisini søgan um Evelyn Lauder, dóttir kendu Estée Lauder frá kendu stórfyritøkuni Estée Lauder.Hillary Clinton eigur eisini ein part av æruni fyri at sloyfan hevur fingið stóran týdning og nú verður brúkt um allan heim.

Evelyn Lauder hevur halgað sítt lív til at varpa ljós á bróstkrabbamein. Tað var hon, sum fekk hugskotið at selja ljósareyðar sloyfur til frama fyri stríðið ímóti krabbameini og tað var somuleiðis hon sum tók stig til, at oktober-mánaður á hvørjum ári alment er mánaðurin, har ljós rættiliga verður varpað á krabbamein í brósti. Danir tóku ljósareyðu sloyfuna til sín í 1994 og Føroya Felag móti Krabbameini nøkur ár seinni.

Evelyn Lauder hevur í sínum arbeiði skipað fyri nógvum tiltøkum, sum hava til endamáls at savna inn pening til arbeiðið ímóti bróstkrabbameini. Í 1989 megnaði hon at savna saman 17 milliónir dollarar til at byggja og útgerða eina miðstøð, har krabbamein í brósti verður staðfest og viðgjørt.