Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Lívsdygd í eini familju í samband við lívshóttandi sjúku

25/4/2006

Fyrilestur, sum Inga Dam, prestur, helt á aðalfundi felagsins 20. apríl 2006.

Í bókini “Torni við heimsins enda” sigur William Heinesen frá eini nýggjsársnátt, tá ein heimagjørd bumba brast og neistarokið rakti eygu hansara og alt varð myrkt eina tíð. Men hóast myrkri, var tað ein tíð, sum vakti góð minnir. Hann minnist “ljóðini av fótafetum, glintið av glasi, metali og borðbúnaði, tað ídna og gagnliga arbeiðssemið á sjúkrahúsinum, mildar og myndigar røddir á sjúkrahúsinum og Metz lækna.

Og so ljóðini av øðrum røddum og øllum teimum mongu, sum eru at hoyra í vitjunartíðini, og sum allar hava fingið nýggjan ljóm, sum eru, so løgi tað ljóðar mest sum blankaðar av nýggjum so tú nústani varnast tær rættiliga. Fyrst og fremst máli á mammu, sum (hetta hoyrir tú væl) hevur mest sum eitt alt ov ríviligt uggandi og upplívgandi ljóð (so verður tú kanska kortini blindur).Men hóast alt dámdi tær betur at hoyra hesi tilgjørdu yndisorð enn hetta orðaleysa hrm hjá pápa og hansara tja, - ið var tað einasta hann segði hesa tíðina... Og so ljóðini uttanífrá: alduskvatlið úr fjøruni, ýlið úr skorsteininum, tímasløgini úr kirkjutorninum hinumegin vánna.... Og so var tað henda ógloymandi kenslan av mildum hondum í myrkrinum og tí ríkidømi, tær senda út. Hendurnar á mammu tíni oman á tínum – ein gáva, dýrabærari enn sól og máni.Men eisini hendurnar á diakonissuni, systir Mettu, tá tær við føstum men mildum fingrum gloppa eygnalok tíni at dryppa tær hesar svíðandi men lekjandi droparnar í eygað...”.

Við einføldum, sterkum orðum lýsir William Heinesen, hvussu ómissandi tey lívsvirði eru okkum, sum koma frá upplívandi, myndigu ljóðum og mildum hjálpsomum hondum. Hetta hava vit nevniliga øll í felag: Nakin koma vit inn í henda heim. Frá fyrsta andadrátti til tað síðsta eru menniskju rundanum okkum, sum geva okkum føði og klæði, hita mál og vitan.

Seinni víðkast hesin samanhangur við mongum øðrum bondum. Men tað eru serstakliga tey menniskjansligu bondini, sum geva lívinum innihald og meining. Hvørt einstakt mannalív, sum verður borið inn í henda heim, verður vovið inn í eitt lív saman við øðrum menniskjum. Ja, hvørt menniskja er sum ein tráður millum mangar aðrar træðrir. Lívsins margtýddi vevnaður verjir móti nakni og einsemi. Tí seta vit eisini familjuna hægst og tey, sum standa okkum nærmast, faðir og móðir og konu og børn og brøður og systrar.Samtíðis kenna vit lívsins kor. Hvussu sterk og ómissandi bondini enn eru í tí lívinum, sum er okkara, er hesin samanhangur altíð hóttur av maktum, sum vilja slíta tey góðu bondini, so mangt tykist at hanga í leysum træðrum. Spurningurin í hesum sambandi er tí, hvussu fyrihalda vit okkum sum familja til álvarsliga sjúku, tá ella um sjúka hóttir við at slíta og skræða?

Tað er onkur sum hevur sagt, at “Gud gevur okkum nøtirnar, men hann brýtur tær ikki fyri okkum”. Og vit mega sanna, at mangan kann tað verða møtimikið at bróta lívsins hørðu trupulleikar. Tí tað er ikki altíð at eitt nú heilivágur hjálpir, at arbeiðið er gagnligt fyri ein sjálvan og onnur við. Sjúkan kann verða so álvarsom, at hon tekur alt dirvi og alla orku, so tú hevur ongan møguleika at fara eftir tí, sum heldur saman. Tá kann tað saktans henda, at familjan reagerar sum pápin hjá Williami Heinesen við einum orðaleysum harki og tja, ið er tað einasta tú kanst siga, uttan at tú rættiliga gevur tær far um, hvussu tú reagerar, tí tú ert bangin um hin sjúka og ikki veit tíni livandi ráð.

Vit kunnu kanska samanbera støðuna í familjuni tá vit spæla eitthvørt spæl. Í einum hvørjum spæli kenna vit reglurnar og júst reglurnar gera, at tað ber til at spæla. Tað hevði einki høpi verið í, um tvey lið, sum møttust at sparka, fyrst noyddust at koma ásamt um reglurnar áðrenn spæli byrjaði. Tá fastar reglur eru, kann spælið verða spennandi og væl spælt.Men kemur nakað óvæntað uppí, so sum álvarlig sjúka, sum endavendur allar reglur, broytist spælið og ruðuleiki kann lættliga koma í, og spælið fær ikki tann friðin yvir sær, sum tað átti, tí tað er mestsum ein sjálv og onnur alsamt verða tvingað til at uppfinna reglurnar meðan spælt verður. Í hesum sambandi er tað av stórum týdningi, hvussu familjan kann takla støðuna. Ein álvarslig sjúka sum eitt nú krabbamein rakar ikki bara hin sjúka, men sum vituligt er alla familjuna. Og her upploysast øll áskoðarapláss. Her er tað bara vøllurin, sum hevur at týða og sum alt snýr seg um.

Til Kristeligt Dagblað sigur ein familja frá, tá mamman og konan fekk staðfest krabbamein:” Mamman slepti fullkomiliga teymarnar. Knappliga kundi hon standa og gráta yvir kølidiskin í keypsamtøkuni, hon gloymdi avtalur við børnini og var ikki longur tann, sum fekk alt at hanga saman í familjuni, sum hon annars plagdi. Ímeðan stríddi hon seg ígjøgnum bæði praktikk tíð og royndir á læraraskúlanum. Hon fekk prógvið, men minnist ikki í dag nakað frá hesi tíðini, hvar hon bara svav, tá hon kom heim.

Maðurin skuldi klára alt við børnunum, tá hann kom heim og mitt í øllum var hann eisini sjúkur og mátti vera burtur úr arbeiðið vegna strongd. Børnini reageraðu ógvusligt. Dóttirin, sum var 13 ár, tordi ikki at fara út, men var heima fyri at vissa seg um, hvussu mamman hevði tað. Drongurin, sum var 9 ár og sum vanligt var ein róligur drongur, fekk ógvuslig illsinnis herðindi. “ Vit høvdu øll mist trúnna uppá framtíðina. Drongurin segði beinleiðis, at hann var óður inn á lívið og at hann bara vildi doyggja”.

Tey fingu hjálp, tá ein vinkona hjá mammuni noyddi hana at leita sær hjálp hjá “Kræftens Bekæmpelse”. Har høvdu tey eitt prosjekt í gongd, hvørs endamál serliga var at hjálpa teimum børnum, sum livdu við óttanum fyri at missa eina mammu ella ein pápa. Aftaná einar fýra - fimm samtalur var tað munandi betri at takla støðuna. “Tað var gott at tosa við onkran, sum visti, hvussu mann hevur tað”, sigur familjan. Í eini familju eru ofta nógvar ressursir, og við einum sindri av stuðli til at opna samtaluna, kanst tú verða betur til at halda fram. “Vit eru vorðin ein glaðari familja”, siga tey.

Hetta familju prosjektið hjá “Kræftens Bekæmpelse” kom í lag, tí nógv gjørdu vart við, at tey manglaðu eitt stað at venda sær til um og við teirra børnum. Hóast familjan saktans kann klára seg væl við eini lívshóttandi sjúku og eisini tosar væl saman innanhýsis, kunnu bæði børn og foreldur vera í iva, um tey gera tað rætt.Foreldur, sum fáa eina lívshóttandi sjúku eitt nú krabbamein eru ósikkur um, hvussu nógv tey skulu siga við børnini, ella upplýsa um sjálva sjúkuna. Og kunnu tey vísa børnunum, at tey eru bangin? Um børnini ikki reagera uppá sjúkuna – er tað so tí tey goyma nakað? Og hinvegin, um tey reagera, er tað so tí, at man sum foreldur hevur gjørt nakað skeivt? (Kristeligt Dagblad, febr.2005)

Her eru nógvir og torførir spurningar. Og ein kann hugsa sær, at tað má verða ringt ikki at lata sjúkuna seta dagsskránna í dagligdegnum. Tí ivaleyst brúkar bæði hin sjúka og familjan nógva orku bara at hugsa um, hvussu familjan skal klára støðuna. “Nøkur foreldur leggja stóran dent á at vera sterk mótvegis teirra børnum”, sigur Flemming Thastum, sum er sálarfrøðingur.”Men børnini vita jú væl, hvussu støðan er. Og tessvegna kunnu tey lætt kenna seg settan uttanfyri spælið. Tey merkja, at tað knappliga er ymiskt, sum mann ikki tosar um og tað er ringt hjá teimum at spyrja, hvussu foreldrini hava tað. “Í eini familju, hvar mamman græt alla tíðina vísti drongurin, hvussu gott tað kortini var.Hann segði, at sjálvandi var tað svárt at síggja at mamman hevði tað ringt, men tað var gott at vera við í tí”. Og sálarfrøðingurin heldur fram:” Børn hjá einum sjúkum pápa ella sjúkari mammu uppføra seg í mongum føri sum foreldur mótvegis hinum sjúka. Tey royna at gera hin sjúka glaðan við sjálvi at vera glað ella látast sum um tey eru glað, hóast tey eru ógvuliga kedd.

Størri børn royna at halda tað svára fyri seg sjálvan og gera alt fyri ikki at vera til ampa heima. Hetta nýtist ikki í sjálvum sær vera nakað negativt, tað kann gera tey meira búgvin á mangan hátt. Men tað sum umræður í hesum sambandi er, at tey hava onkran at tosa við um støðuna. Her kann ein ráðgeving vera góð, tí børnini skulu fáa at vita, at foreldrini saktans kunnu tola at hoyra og síggja, at tey ikki hava tað so gott og ganga við døprum tankum og stúran. Tað snýr seg um at geva familjuni rúm, hvar tey kunnu “ sleppa støðuni”, skilt á tann hátt, at tey ikki alla tíðina, fyri at passa síni foreldur, (og hvønn annan), mega lata vera við at vísa, hvussu tey sjálvi hava tað. Og hartil “sleppa støðuni” í áliti á, at onnur vaksin eru, sum taka ábyrgd. Og í hesum sambandi er tað eisini av týdningi at børnini fáa upplýsing um sjálva sjúkuna. Tey hava brúk fyri opinleika, so satt sum ein lívshóttandi sjúka rakar alla familjuna. (Kristeligt Dagblad, febr. 2005)Við hesum kunnu vit við øðrum orðum siga: at eitt er sjúka, og hon er ivaleys í sjálvum sær, tá hon er álvarlig, eitt annað er mátin hin sjúki og familjan taka sjúkuna.

Í hesum sambandi er eitt ævintýr hjá H.C.Andersen. Tað eitur Snigilin og rósinrunnurin. Ævintýri sigur frá eini samrøðu millum ein snigl og ein rósurunn:Snigilin sat undir rósurunninum og hann hevði nógv gott í sær, hann hevði seg sjálvan, verður sagt. Hann breggjaði sær mótvegis rósurunninum og segði:” Bíða til mín tíð kemur, tá skal eg avrika nógv meira enn bara lata rósur spretta og vaksa. Og rósurunnurin svaraði:” Eg vænti mær eisini nógv av tær. Kann eg spyrja nær verður tað?” – “Eg taki mær góða tíð”, segði snigilin.

Eitt ár gekk, snigilin sat framvegis undir rósurunninum og ímeðan vuksu blómur á runninum so vakrar og yndisligar. Altíð frískar, altíð nýggjar, meðan snigilin undir runninum helt hann fyri gjøldur, tí hann ikki kundi útvikla seg. Vera nakað annað. Men bara kundi bera rósur. Tað sama ár undan ári. Og rósurunnurin var eisini eina tíð fyri ongum av hesum og bangin. Men so mannaði hann seg upp og segði:” Eg blómi í gleði tí eg kann ikki annað. Sólin er heit, luftin er frísk, eg drekki tað reinu og kláru døggina og tað sterka regni, eg andi, eg livi. Úr jørðini kemur ein megi upp í meg, hon kemur omanífrá, eg kenni eina lukku altíð nýggja, altíð stóra, og tí má eg blóma, tað er mítt lív, eg kann ikki annað:” - Men snigilin hevði langt síðani gjørt seg lidnan við alt. Hann hevði sítt sniglahús. Og snigilin spýtti á heimin rundanum seg, sigur H.C.Andersen. Heimurin kom ikki honum við, og so fór hann inn í seg sjálvan og tetti húsið við kitti.

Ævintýrið hevur nógv løg. Tað spyr m.a. um vit vilja goyma okkum sjálvi inni í okkara egna eg. Snigilin hevði ivaleyst í sjálvum sær, hann hevði sítt sniglahús og har var okkurt innaní húsinum, nevniliga hann sjálvur. Í grundini ein góð lýsing av einum snigli. Við honum vil H.C.Andersen helst vísa á tey menniskju, sum ikki hava dirvi til at liva, samtíðis sum tey finnast at øðrum, sum bara eru glað fyri at liva. Vága vit lívið ella vilja vit bara gloyma tað, goyma tað burtur? Tað at vera menniskja kemur ikki av sær sjálvum.

Fyri tað fyrsta eru vit útgjørd við ymsum møguleikum, men møguleikarnir eru ikki óavmarkaðir, vit eru ikki so frí og sjálvstøðug, sum vit ofta ganga runt og halda, vit avgera ikki sjálvi, hvat vit vilja og hvat vit skulu gera. Og vit eru øll individualistar. Ógvuliga ymisk í sinn og skinn. Tað kann vera so nógv, sum ger, at vit sum snigilin bara hava hug til at goyma okkum inni í okkara egna eg, ella húsi og tetta við kitti: Við vónbroti, beiskleika, máttloysi ella ótta. Tí vit ætla og vilja sum oftast realisera okkum sjálvi og fáa nógv burturúr lívinum. “Men mongum brestur ætlan”. Hetta uppliva vit ikki minst tá lívshóttandi sjúka rakar.

Menniskju kunnu verða so mikið illa fyri, at tað er ringt at halda pínuna og máttloysi út. Tá er tað gott at fáa heilivág, sum linnar og hava menniskju, sum hjálpa. Og samtíðis hava vit eisini okkara egna sniglahús, okkara egna eg. Og har er sanniliga nógv gott innaní. M. a. eitt virðismikið viðføri av lívsroyndum. Men tað er sum sagt ongantíð nóg mikið bara at hava ivaleyst í sær sjálvum. Ikki minni trupult verður tað, um vit ikki halda okkum sjálvi út, um vit ikki klára at vera okkum sjálvi – so er tað eingin heilivágur, sum sleppur okkum undan okkum sjálvum. Og heldur eingin lækni ella nakar úr familjuni kann siga:” Nú skal eg liva títt lív fyri teg”.

Eingin kann yvirtaka mítt lív og liva tað fyri meg. Og júst her er tað av stórum týdningi, at bæði tann, ið er sjúk og familjan, síggja longri enn sín egna horisont.Snigilin goymdi seg inni í sær sjálvum og vildi bara vita av sínum egna horisonti, sum um hann var sítt egna upphav og tískil sín egni skapari, lóggevari, dómari, sítt egna lívsmót. Og so misti hann evnini at undrast á alt tað, sum hann allíkavæl ikki ráddi yvir. Hann sá ikki rósurunnin, ei heldur at rósurnar, sum vuksu aftur og aftur av nýggjum, goymdu eina kjarnu av tí besta og vakrasta í verðini. Hann hevði bara hug til at spýta á heimin. Heimurin kom honum ikki við. Rósurunnurin hinvegin var opin fyri megini, sum kom til hansara úr jørðini og úr himli. Og hann var lukkuligur og kundi ikki annað. Hann gleddist um sólina, døggina, regni, ja alt ta yðjandi lívið, sum kom til hansara, sum rein gáva. Hvussu vit kunnu liva sum rósurunnurin og fáa lívsmót og enntá gleðast um lívið, tá lívið er svárt og hava yvirskot, mega vit í stóran mun sjálvi hvør einsæris finna út av. Men tað ber til.

“Mann má leita gleðina upp”, sigur Jane Aamund. “Tað kann vera luftin, ljósið, tøgnin ella onkur, sum heilsar, tá tú gongur túr”. Hon fekk krabbamein fyrstu ferð tá hon var 32 ár og hevur lært seg at liva við hesi lívshóttandi sjúku nú í nógv ár. “Nøkur ár kunnu ganga, áðrenn tú fært yvirlit yvir, hvussu tú reagerar uppá sjúkuna”, sigur hon. Men tú mást leita gleðina upp har hon er, hjá øðrum menniskjum, í náttúruni, í tónleiki, í góðum mati. Tað kann eg tíverri ikki. Eg vigi 49 kg og eri altíð svong. Tá eg møti anorexi sjúklingum sigi eg:” Tit skuldu roynt at komið og sæð út sum eg, tað halda tit kanska er ógviliga smart, men tað haldi eg ikki. Tit kunnu bara geva mær matin. Eg vildi ynskt, at eg kundi etið eina rúgvu av grillstoktum høsnarungum og øðrum leskiligum.

So hyggja tey at mær og eg veit, tí eg havi hoyrt tað aftur, at hetta eg segði, hevur havt ávirkan. Og hon sigur víðari:” Eitt lív, uttan stríð og ósigrar, og vónbrot er ikki eitt rættiligt lív. Í staðin fyri at siga:” Hey, hevur tú tað gott?” eigur mann heldur, tá mann hittist, siga:” Hey, hvussu gongur tað við lívskampinum ella stríðinum?” Tí øll stríðast vit uttan mun til um mann er sjúk ella frísk, ung ella gomul. Tað eru dagar, hvar eg leggi meg niður og biðji mína kvøldbøn og hugsi, nú vakni eg ikki aftur. Tí eg eri so ússalig.Men tað løgna er, at líka mikið, hvussu hart raktur mann enn er, kann mann altíð gera eitt sindur fyri at fáa tað betri. Tað ber til at flyta fokus frá sær sjálvari. Eitt gott upplivilsi í hesum sambandi hevði eg einaferð eg var til stráliviðgerð á ríkissjúkrahúsinum. Har sat ein kvinna í svartari burka frá høvur til fót við tárunum rennandi út úr tí “lítla vindeyganum”, í svarta turriklæðnum. Eg gitti, at hon var frá Marokko og spurdi á fronskum, um hon eisini var sjúklingur. Hon varð so glað fyri at onkur var har, sum tosaði við hana, hon reisti seg alt fyri eitt og kom yvir til mín og fortaldi, hvussu bangin hon var um lítlu dóttir sína, sum var sjúk. Tá hon lá í mínum ørmum, kendi eg eitt innarligt samband við hana og hugsaði, at vit jú bara eru menniskju øll somul innan undir okkara burka og hvønndagsklæðum”. ( Kristeligt Dagblad, oktober 2005)

“Eitt lív uttan stríð og ósigrar og vónbrot er ikki rættiligt lív”, sigur Jane Aamund. Ofta verður summarfuglurin brúktur sum súmbol, tá lívsins stríð verður lýst:Ein maður fann einaferð eina reivveru. Summarfuglurin var júst byrjaður uppá tað strævna arbeiðið at gera seg leysan av reivveruni. Maðurin sat í fleiri tímar og hugdi hugtikin at hesum stríðinum úti í náttúruni. Men so hendi einki í langa, langa tíð. Tað tóktist sum um megin hjá summarfuglinum var gingin til grundar, og at hann ikki var førur fyri at stríðast tað sindri sum eftir var fyri at gerast fríður.Maðurin vildi fegin hjálpa honum, so hann fór eftir einum saksi og klipti varisliga eina rivu í tann síðsta partin av reivveruni, sum summarfuglurin ikki kundi klára sjálvur. Nú kundi summarfuglurin lættliga gera seg leysan. Men kroppurin var upptúsnaður og veingirnir smáir og rulkutir. Maðurin bíðaði og bíðaði eftir at veingirnir skuldu verða størri, so teir kundu bera kroppin. Men einki hendi. Summarfuglurin helt fram við at grulva á bønum. Tað sum maðurin ikki hevði skilt, var, at stríðið fyri at koma út úr reivveruni var lívsneyðugt fyri summarfuglin. Stríðið gjørdi at veingirnir blivu størri, so summarfuglurin kundi flúgva.

Við lívshóttandi sjúku er tað lætt at hugsa og ynskja, at mann heldur skuldi verið spard fyri øllum tí, sum sjúkan førir við sær. Men onkursvegna munnu vit eisini kenna, at eitt lív uttan stríð ger okkum veik, og vit vera ikki so sterk, sum vit kunnu vera, var lívið uttan trupulleikar. Sum summarfuglurin mega vit sjálvi stríða okkum út í ljósið og lívið og vakurleikan. Og kenna vit, at veingirnir styrkna, tá vit fara inn í tað, vit ikki sleppa uttanum, so fáa vit ikki summarfuglaveingir, men kanska størri lívsgleði og innihald og kunnu síggja longri enn okkara egna horisont: Ljóðini í gerandisdegnum og vakurleikin fáa ein “nýggjan ljóma.. verða blankað av nýggjum”, so vit rættiliga varnast lívsins gávu. Vit vera meira “opin fyri megini, sum kemur til okkara úr jørðini og úr himli og kunnu gleðast um sólina, regni, døggina, ja alt tað yðjandi lívið, sum kemur til okkara, sum rein gáva”.

Til seinast vil eg vísa á kristnu vónina. Kristna trúgv okkara vissar okkum um, at Guds meining við okkum er, at vit skulu uppliva eitt nógv størri undur enn, tá ein summarfuglur stríður seg út úr reivveru síni. Páskirnar bera boð um, at vit av sonnum kunnu “sleppa støðuni” og grípa dagin til veruliga at liva. Tað kunnu vit loyva okkum, tí Gud hevur longu givið okkum lívið, sum Jesus sigur:” Eg livi og tit skulu liva (Joh 14,19)