Kvøld fyri kvinnur og menn, ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabbamein.

Kvøld fyri kvinnur og menn, ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabbamein.
Bólkurin fyri tey , ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabba, hittist til prát og hugnaliga samveru mikukvøldið 25. februar 2015 kl. 19.30 - 21.30, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn.
Endamálið við bólkinum er m.a.: At koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør ørðum, og veita hjálp til sjálvhjálp, umframt at savna vitan um móðurmerkjakrabba, upplýsa um fyribyrging og skipa fyri ymiskum tiltøkum.
Øll sum hava ella hava havt móðurmerkjakrabba eru vælkomin.
Vinarliga boða frá luttøku á telefon 317959 ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo í seinasta lagi týsdagin 24. februar 2015.
Vegna Móðurmerkjabólkin
Brynhild Høgnadóttir
Forkvinna