Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Kvøld fyri kvinnur og menn, ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabbamein.

3/9/2012

Endamálið við bólkinum er m.a. : At koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør ørðum, og veita hjálp til sjálvhjálp, umframt at savna vitan um móðurmerkjakrabba, upplýsa um fyribyrging og skipa fyri ymiskum tiltøkum.

Skráin er hendan:

1.       Runda - tey sum vilja, greiða frá síni støðu.

2.       Kunning um norðurlendsku verkætlanina, “Tryggleiki á sólferiuni”, har Krabbameinsfelagið er við.

Vinarliga boða frá luttøku á telefon 317959 ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo

Í seinasta lagi fríggjadagin 14. september.

Vegna Móðurmerkjabólkin

Brynhild Høgnadóttir