Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsvirkisætlan fyri Føroyar

10/4/2006

Á fundi í farnu viku kundu Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, greiða umboðum úr Krabbameinsfelagnum frá, at fyrsta stigið til eina føroyska virkisætlan á krabbameinsøkinum er niðurfelt í fólkaheilsuætlanina, sum verður løgd fyri tingið í næstum.

Landsstýrismaðurin segði, at næsta stigið verður at seta ein serfrøðingabólk at gera virkisætlanina.

Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag móti Krabbameini, fegnast um, at løgmaður og landsstýrismaðurin í heilsumálum hava tikið áheitanina frá Krabbameinsfelagnum í so stórum álvara og so skjótt.

Tað var í februar, at Føroya Felag móti Krabbameini heitti á løgmann, ið er verji hjá Krabbameinsfelagnum, um saman við felagnum at seta sjøtul á arbeiðið at orða eina krabbameinsvirkisætlan fyri Føroyar.

Áheitanin varð send í sambandi við visjón 2015. Ein krabbameinsvirkisætlan er ein heildarætlan, ið umfatar fyribyrging av krabbameini og viðgerð og røkt av krabbameinssjúklingum.

Tíverri eru Føroyar - sum er - eftirbátur á hesum økjum; skal krabbameinsøkið mennast og viðgerðin vera á sama stigi sum í londunum kring okkum, er alneyðugt, at vit í Føroyum fáa eina virkisætlan, ið kann seta út í kortið, hvussu vit skipa fyribyrgjandi tiltøk og hvussu krabbameinsviðgerðin og -røktin mennist á best møguligan hátt í komandi árum.