Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið vil hava fleiri limir

21/5/2012

Krabbameinsfelagið, sum hevur nógv virksemi, fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar eru limagjald og peningagávur.

Tað er umráðandi fyri okkara felag at vera meira framasøkið. Tí er neyðugt við nógvum limum. Soleiðis fær felagið betur hjálpt og stuðlað fólki við krabbameini og teirra avvarðandi, stuðlað gransking og arbeitt við upplýsing og fyribyrging.

Síðst í mai mánaða fór  Krabbameinsfelagið  undir átak fyri at fáa fleiri limir til felagið. Tað varð millum annað gjørt við, at ringja  heim til fólk, ið vórðu spurd, um tey vildu verða limir í felagnum.

Felagið er sera takksamt fyri at fólk tóku so væl undir við átakinum.

Limagjaldið er 200 krónur um árið fyri einstaklingar og 500 krónur fyri feløg.

Á myndini síggjast frá vinstru: Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, nevndarformaður,  Sólrun Jacobsen, nevndarlimur og Aibritt á Plógv, næstforkvinna.