Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið takkar Karen Heinesen

8/12/2016

Krabbameinsfelagið takkar Karen Heinesen fyri arbeiðið sum sosialráðgevi í felagnum.

Karen Heinesen hevur seinastu 16 árini hjálpt Krabbameinsfelagnum við at veita ráð og vegleiðing í sosialum spurningum til fólk við krabbameini og teirra avvarðandi. Hon er nú farin frá fyri aldur.

Tað var eitt stórt framstig, at felagið í 2000 gjørdi samstarvsavtalu við Karen, soleiðis at felagið kundi veita eina enn betri tænastu við at bjóða fólki hjáp og ráðgeving í sambandi við sosialar spurningar.

Karen hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri felagið. Sosiala økið hevur altíð ligið hennara hjarta nær og er eitt øki, sum hon hevur brent fyri.

Vit hava notið gott av hennara vitan og hjálp og takkar felagið fyri hennara megnar arbeiði.

Í hennara stað er komin Leif Olsen, sosialrágevi. Hann hevur drúgvar royndir innan økið og vit gleða okkum til samstarvið.