Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið takkar ítróttarfelagnum Treysti

15/10/2013

Krabbameinsfelagið ynskir at siga hjartaliga takk til Ítróttarfelagið Treysti og til øll tey sjálvbodnu í Bót til Bata og onnur sjálvboðin, sum hjálptu til við praktiskum uppgávum, høvdu innsløg í ítróttarhøllini bæði sang, dans og fyrilestur.  Takk til Hjartafelagið og til "sjúkrahús-toymi" sum høvdu bás i ítróttarhøllini aftaná renningina. Takk fyri vælvild at lána ítróttarhøllina. Takk til Anniku Olsen, landstýriskvinnu og Karsten Hansen, landsstýrisman fyri at seta dagin og skjóta renningina ígongd. Hjartans takk til øll tykkum,  sum stuðlaðu við at renna, keypa eitt bandana ella á annan hátt lótu gávu til felagið. Inn komu tilsamans 70.195 krónur.

Hjartaliga takk øll somul.