Krabbameinsfelagið skipar fyri bólkaferð til Edinburgh fyri familjur at børnum sum hava ella hava havt krabbamein

Krabbameinsfelagið skipar fyri bólkaferð til Edinburgh fyri familjur at børnum sum hava ella hava havt krabbamein.
Kom við Foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelaganum til Edinburgh vikuskifti 14. – 17. august 2015. Endamálið við túrinum er at vera saman við øðrum familjum, ið eru í somu støðu - fáa felags upplivingar og góð minnir.
Ferðin byrjar 14.august við fráferð úr Vágunum til Edinburgh har gist verður á Parliament House, sum liggur væl fyri miðskeiðis í býnum. Heimferðin verður 17. august beinleiðis við Atlantic Airways til Vágar.
Ferðin er stuðla við peningi sum Krabbameinsfelagið hevur fingið frá Team Rynkeby Føroyar.
Hava tit ynski um at koma við, ella spurningar viðv. túrinum, kunnu tit venda tykkum til Krabbameinsfelagið á teldupost oddbjorg@krabbamein.fo ella á telefon 317959 innan mánadagin 29. juni 2015.