Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið sett nýggjan ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðing

9/12/2015

Krabbameinsfelagið sett nýggjan ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðing

Krabbameinsfelagið hevur gjørt av at seta Sólrun Jacobsen í starv sum ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðing, Sólrun hevur áður starvast hjá Krabbameinsfelagnum. Sólrun hevur drúgvar royndir í sjúkrarøkt innan krabbamein og hevur seinastu árini starvast á B6 og Palliativa toyminum á Landssjúkrahúsinum. Vit ynskja Sólrun vælkomnari í Krabbameinsfelagið.

1. september 2015 var seinasti starvsdagur hjá Oddbjørg Johansen. Oddbjørg hevur starvast hjá Krabbameinsfelagnum sum ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur tað seinasta árið. Oddbjørg hevur fingið starv sum dagligur leiðari á nýggjum búð- og viðgerarstovni, fyri ung við sálarligum trupulleikum, sum hoyrir undir almannaverkið. Vit takka Oddbjørg fyri tíðina og ynskja henni alt tað besta framyvir.