Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið og fimaleikafelagið Ljósið fara undir rørslutiltakið Firvaldar.

23/8/2012

Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión, og er hetta eitt royndartiltak fram til jóla.

Tiltakið er ókeypis.

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Tað verða Beinta Malena Sørensen, fysioterapeutur, og Annika Lindenskov, sjúkrarøktarfrøðingur frá Ljósinum, sum fara at leiða liðið.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður møguleiki fyri at skipa liðið soleiðis, at øll familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

Byrja verður týsdagin 18. sept. 2012 í høllini Fimi í Gundadali, Tórshavn.

Vant verður tvær ferðir um vikuna - týsdag frá kl. 16-17 og hósdag frá kl. 14.00 til 15.00.

Tilmelding og nærri kunning, fæst við at seta seg í samband við Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo , ella til Ljósið, Beintu Sørensen, telefon 263425 og Anniku Lindinskov, telefon 282331.

Vinarliga

Krabbameinsfelagið

Á myndini síggjast frá vinstru: Annika Lindenskov frá Ljósinum, Jákup N. Olsen formaður í Krabbameinsfelagnum, Beinta Malena Sørensen forkvinna í Ljósinum og Jansy Gaardlykke dagligur leiðari á Krabbameinsfelagnum.