Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið kunnar um krabbamein og kynslív.

30/8/2012

Krabbameinsfelagið kunnar um krabbamein og kynslív.

Bæði krabbameinssjúka og viðgerð kunnu geva sálarlig og kropslig árin, sum ávirka kynslívið. Tí skipar Krabbameinsfelagið fyri kunning um, hvussu bøtast kann uppá hesar trupulleikar. Vit hava fingið samstarvi við Anette Højer Mikkelsen og Birgitte Schantz Laursen, ráðgevar innan kynslív. Tær arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingar á Urologisku deild á Aalborg Sjúkrahúsi.

Tær svara spurningum so sum:

·         Hvørjir møguleikar eru fyri at viðgerða kynsligar trupulleikar í sambandi við sjúku og viðgerð?.

·         Hvussu kunnu heilsustarvsfólk ráðgeva í truplum spurningum um kynslív?

Kunnandi tiltak um kynslív og prostatakrabba

Hóskvøldið 27. september kl. 19.00 – 21.30 verður tiltak á Hotel Hafnia fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba og makum teirra.

Evnini eru:

Ráðgeving, tá kynslívið verður ávirkað av sjúku og viðgerð.

Likamligar og sálarligar trupulleikar, sum standast av viðgerð fyri prostatakrabba, og hvørjir møguleikar eru fyri at fáa hjálp.

Inkontinens (ringt við at halda uppá vatnið), venjingar av kokubotni og hjálpitól.

Undirvísing fyri heilsustarvsfólk

Hósdagin 27. september kl. 10.00-12.00 verður undirvísing á Hotel Hafnia fyri heilsustarvsfólki – læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum o.ø.

Evnini eru:

Hvussu kann sjúka og viðgerð ávirka kynslívið?

Hvussu kunnu heilsustarvsfólk á bestan hátt ráðgeva á kynsliga økinum og í størri mun draga kynslívið inn, sum ein natúrligan part av heilsuarbeiðinum.

Melda til á tel. 317959 ella á kmf@krabbamein.fo í seinasta lagi mikudagin 26. september. kl. 12.00.

Bæði tiltøkini eru ókeypis.

Á myndini sýggjast: Eirikur Simonsen, formaður í Prostatabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum og Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum