Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið hevur, saman við krabbameinsfeløgunum í Norðurlondum (NCU), býtt út um 6 milliónir kr. til gransking.

28/12/2012

NCU fekk 30 umsóknir um stuðul í ár. 13 av hesum vóru játtaðar. Tá støða skuldi takast til, hvørjar umsóknir skuldu játtast, var dentur lagdur á norðurlendskt samstarv, epidemiologi av krabbameini í Norðurlondum, fyribyrgjan av krabbameini og rehabilitering av krabbameinssjúklingum.

    • Rósa Björk Barkardóttir úr Íslandi fekk € 70.000 til at kanna arvaligheit av bróstkrabba í Norðanlondum.
    • Anne-Lise Børresen-Dale fekk € 70.000 til at kanna medisinska viðgerð av bróstkrabba ímillum finskar og norskar sjúklingar.
    • Tom Grotmol, Oslo, fekk € 30.000 til at kanna arvaligheit fyri testiscancer hjá ungum monnum.
    • Eva Hellström-Lindberg úr Stokholm fekk € 70.000 til at seta upp ein biobank fyri at bøta um viðgerðarúrslit hjá sjúklingum við blóðkrabba.
    • Hans Erik Johnsen frá Aalborg fekk € 45.000 til at kanna viðgerðarúrslit hjá sjúklingum við krabbameini í merginum (multipel myelom).
    • Gjöran Jönsson frá Lund fekk € 60.000 til at kanna móðurmerkjakrabba í eygunum.
    • Li Yong frá Oslo fekk € 40.000 til at kanna, hvønn týdning medisinnýtsla hjá kvinnum, ið eru við barn, hevur uppá krabbameinsrisiko hjá børnunum.
    • Elsebeth Lynge úr Keypmannahavn fekk € 40.000 til mammografiscreening fyri bróstkrabba.
    • Sato Mustjoki úr Helsinki fekk € 90.000 til kanning av blóðkrabba.
    • Eero Pukkala úr Helsinki fekk € 70.000 til at kanna, hvønn týdning arbeiði (erhverv) hevur fyri risiko av krabbameini.
    • Kjeld Schmiegelov úr Keypmannahavn fekk € 50.000 fyri at kanna medisinska viðgerð fyri blóðkrabba.
    • TeuvoTammela úr Finlandi fekk € 50.000 til at kanna screening fyri prostatakrabba.
    • Frederik Virklund úr Stokholm fekk € 65.000 fyri at kanna arvaligheit og prostatakrabba.

Nøgdin av umsóknum til stuðul til vísindaligar kanningar innan krabbamein er økt munandi seinnu árini.

Seks limir eru í vísindanevndini í NCU - ein úr hvørjum Norðurlandi. Føroyar hava formanssessin næstu tvey árini.

Vinarliga/Kind Regards

Jákup N. Olsen

Formaður/Chairman

The Faroese Cancer Society

Box 1216

110 Tórshavn

Mobile+298 217958

www.krabbamein.fo