Krabbameinsfelagið hevði aðalfund týskvøldið 21. apríl 2015.

Krabbameinsfelagið hevði aðalfund týskvøldið 21. apríl 2015.
Á skránni var nevndarval.
Fyri vali stóðu Aibritt á Plógv og Sonja Nielsen. Aibritt á Plógv ynskti ikki afturval. Í hennara stað var Durita Tausen vald.
Nevndin hevur skipað seg. Jákup N. Olsen er formaður, Sonja Nielsen, næstforkvinna, Agnar á Dul, kassameistari og Katrin Kallsberg og Durita Tausen eru nevndarlimir.
Tiltakslimir eru Martin Joensen og Johan Poulsen.
Nýggj hagtøl
Tilsamans vóru 207 nýggir tilburðir av krabbameini staðfestir í Føroyum í 2014.
Lungnakrabbi telist eisini millum tey vanligastu sløgini av krabbameini. Árliga fáa
millum 10-15 føroyingar staðfest lungnakrabba, og liggur hetta rættiliga støðugt.
Bróstkrabbi, sum millum kvinnur er vanligasta slagið av krabbameini, tykist
liggja rættiliga støðugt. Hesi seinastu sjey árini, eru árliga millum 20 og 25 tilburðir
staðfestir.
Prostatakrabbi er vanligasta slagið av krabbameini millum menn. Seinastu sjey
árini eru millum 21 og 40 tilburðir staðfestir árliga.
Tilburðirnir av húðkrabba, sum vóru 22 í 2011 og 52 í 2013 eru nú 49 í 2014.
Vónandi heldur talið fram at falla, komandi árini. Hinvegin er talið á skrásettum
tilburðum av móðurmerkjakrabba fallið munandi, úr 16 í 2005 niður í 2 tilburðir í 2014.
Ársfrágreiðingin hjá Krabbameinsfelagnum fyri 2014 sæðst her.