Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið havt aðalfund

1/5/2013

Nevndin í felagnum hevur skipað seg. Jákup N. Olsen, sum hevur verið formaður síðan 1992, heldur fram sum formaður. Hini í nevndini eru: Aibritt á Plógv, næstformaður, Agnar á Dul, kassameistari, og nevndarlimirnir Katrin Kallsberg og Sonja Nielsen. Sonja Nielsen er nývald fyri Sólrun Jacobsen, sum tók seg úr nevndini. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Johan Poulsen. Johan Poulsen er somuleiðis nývaldur fyri Eliesar Olsen, sum ikki stillaði upp aftur. Orðstýrari á fundinum var Hákun Steingrímsson.

Aftaná fundin var fyrilestur við Magnus Magnussen, verkfrøðingi. Hann segði frá tíðini, hann var sjúkur av krabbameini og gjørdist frískur aftur.  

Nógv á skránni í 2012

Virksemið hjá Krabbameinsfelagnum er økt nógv seinastu árini. Talið á teimum, ið venda sær til felagið við fyrispurningi, annaðhvørt tað eru krabbameinssjúklingar, avvarðandi ella onnur, veksur alsamt. Árið 2012 var einki undantak. Talan var um eitt hendingaríkt ár við nógvum týðandi og spennandi átøkum.

Krabbameinsætlanin verður fylgdÍ byrjanini av 2012 varð ein krabbameinsstýrisbólkur settur á stovn at ráðgeva landsstýrismanninum innan krabbameinsøkið og at fylgja við í, um tilmælini í krabbameinsætlanini verða fylgd. Komið er so langt á mál við ætlanini, at longu nú verður hugsað um at endurskoða og gera eina nýggja krabbameinsætlan.

Føroyskir myndugleikar valdu til dømis í 2012 at fylgja tilmælinum um at víðka tilboðið um koppseting ímóti lívmóðirhálskrabba til at fevna um kvinnur úr 12 upp í 28 ár. Nýggja tilboðið kom formliga í gildi 1. desember í 2012. Krabbameinsfelagið gleðist um hesa framgongd. Næsta stigið er at meta um, hvørt dreingir eisini eiga at fáa tilboðið at verða koppsettir ókeypis ímóti HPV.

Samstørv, sum flyta og mennaNógv nýggj og gevandi samstørv komu í lag í 2012, bæði her heima við myndugleikar, stovnar og feløg eins og við altjóða felagsskapir og myndugleikar.

Krabbameinsfelagið og fimleikafelagið Ljósið skipaðu eitt nú fyri rørslutiltakinum Firvaldar, sum er fyri tey, ið eru í viðgerð fyri krabbamein ella hava verið í viðgerð og teirra avvarðandi. Átakið hevur verið serstakliga væl móttikið, og fekk eisini evropeiska viðurkenning fyri at vera eitt nýhugsandi ítróttarsamstarv.

Tað var eisini í 2012, at Krabbameinsfelagið fekk formansskapin í Nordisk Cancer Union og formanssessin í vísindaligu nevndini undir NCU. Nevnast kann, at Krabbameinsfelagið saman við norðurlendsku krabbameinsfeløgunum í NCU á hvørjum ári letur 5-6 mió. kr. til gransking í krabbameini í Norðurlondum. Seinni í ár fara vit at síggja úrslit av hesum, tá ein gransingarætlan verður løgd fram um bróstkrabba.Næsta stig er tilboð um mammografi

Í 2013 fer Krabbameinsfelagið at stremba eftir, at allar kvinnur í Føroyum fáa tilboð um regluliga mammografi skanning. Hetta er longu veruleiki í fleiri av okkara grannalondum. Krabbameinsfelagið fegnast um, at vit nærkast einum líknandi tilboði her heima.