Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið bjóðar fakfólki skeið í lívssamrøðu

18/8/2015

Skeið í lívssamrøðu

Krabbameinsfelagið bjóðar fakfólki skeið í lívssamrøðu

Lívssamrøða er samrøða við menniskju og familjur, har lívið er farið av kós. Lívssamrøðan hjálpir tí einstaka og familjuni at savna seg um lívið, hóast umstøðurnar kunnu vera svárar og truplar.

Á skeiðnum lærir tú at:

• vísa fólki á, hvussu tey kunnu savna seg um lívið, hóast umstøðurnar eru svárar og truplar

•  skapa lívsmót, ró og meining í tí, sum er svárt og kennist trupult

•  geva og tó ikki ovbyrja teg

•  kenna og virða egnar avmarkingar

•  liva teg inn í umstøður hjá øðrum

•  menna sálarliga styrki, men samstundis sleppa undan at verða harður/hørð – innlit í at hugsavna seg og tekna

•  stimbra familjum í kreppu og leggja dent á, at tað, sum rakar ein, rakar øll í familjuni.

Íblástur til lívssamrøðuna er úr sytemiska/narrativa ástøðinum og háttalæruni, umframt nýggjari tilknýtisástøði og kropsligari hugsavnandi tilgongd.

Málbólkur:

Fakfólk, ið kunnu hugsa sær at:

•  nýta persónligar eginleikar í yrki sínum

•  styrkja og menna egnan samrøðukunnleika

•  styrkja og menna innlivingarevni og egið treysti í tí trupla

Sjúkrarøktarfrøðingar, læknar, lærarar, námsfrøðingar, prestar, sálarfrøðingar, ráðgevar, terapeutar o.o.

Skeiðsbygnaður:

•  4 undirvísingardagar – 2 dagar hvørja ferð

Tíð og undirvísingarstaður:

Undirvíst verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, 100 Tórshavn kl. 09.00 – 16.00 hesar dagar:

•  28. og 29. september

•  16. og 17. november

Kostnaður:

Skeiðið kostar kr. 5.500,-. Ábit er við í kostnaðinum.

Tilmelding:

Krabbameinsfelagið

Tlf. 317959 – t-postur kmf@krabbamein.fo

Freistin at boða frá luttøku er 24. august 2015

Pláss er fyri 20 skeiðsfólkum. Skeiðið verður bara hildið, um í mesta lagi 12 tekna seg.

Undirvísari:

Inge Kaldahl, sálarfrøðingur, sum rekur ”Psykologisk Livssamtale Praksis” – www.ingekaldahl.dk

Inge er Cand.pæd. í Pædagogisk Psykologi og er systemiskur/narrativur familjuterapeutur. Aftrat sínum arbeiði sum sálarfrøðingur og leiðari í ráðgevingini hjá Kræftens Bekæmpelse í Norðurjútlandi, á hospice og í psykiatri, hevur hon eisini arbeitt hjá Móður Theresu í Calcutta í India. Inge sær seg sjálva sum ein fylgisneyta, sum í samrøðuni fylgist við menniskjanum í tí, sum leikar á, kennist svárt og ofta ótolandi. Hon hevur verið um nógv, sum av lívshóttandi sjúku, sálarsjúku, missi og kreppu hava havt tørv á stuðli at koma til sættis við tað, sum hevur rakt tey og tikið tey av fótum.

Vinarliga

Jansy Gaardlykke

Dagligur leiðari

Krabbameinsfelagið