Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbamein: Kvinnur onga atgongd

14/5/2008

Allir menn eru hjartaliga vælkomnir, men kvinnur hava onga atgongd.Tiltakið er ókeypis.

Tveir serfrøðingar verða við á fundinum. Johan Poulsen, yvirlækni og urologur, hevur fyrilestur um krabbamein í bløðruhálskertli og steinunum hjá monnum. Og Heri Kragesten, sálarfrøðingur, hevur fyrilestur um, hvussu tað er fyri menn at fáa krabbamein.

Menn og kvinnur hava ymiskan tørv, tá tað kemur til ráðgeving og stuðul. Kanningar vísa, at menn søkja meira vitan og amboð, sum kunnu hjálpa teimum at fáa tak á støðuni, meðan kvinnur hava meira tørv á at kunna tosa um støðuna.

Í dag gera nógv fleiri kvinnur enn menn brúk av tilboðunum, sum Føroya Felag Móti Krabbameini veitir. Á leið 85 prosent eru kvinnur, meðan á leið 15 prosent eru menn.Felagið hevur tí valt komandi árið at varpa serligt ljós á menn og krabbamein.

Føroya Felag Móti Krabbameini vónar, at so nógvir menn sum møguligt koma til forvitnusligu fyrilestrarnar hjá urologinum og sálarfrøðinginum. Tiltakið verður á Hotel Hafnia, mikudagin 28. mai klokkan 19.

Tilmelding til tiltakið er neyðug. Teir, ið ynskja at vera við, verða biðnir at siga frá á telefon 31 79 59 ella á mail ffk@krabbamein.fo