Kosmiskt kort við mynd eftir Tróndi Paturssyni
Kortið, sum er eitt dupultkort í dygdargóðsku, er væl egnað til jólakort, føðingardagar, takkarbrøv og annað.
Við at keypa kortið, fært tú spennandi list, samstundis sum tú stuðlar foreldrabólkinum at børnum, ið hava, ella hava havt krabbamein.
Blái liturin á myndini umboðar tað kosmiska dýpið – rúmdina, himmalhválvið. Tað bláa er randað við bjartari litum í reyðum og gulum brigdum, og saman skapa litirnir eitt lívsins landslag.
- Litir ávirka okkum sálarliga. Hvørt menniskja hevur sína meining um myndina – tað veldst um, hvørjari støðu viðkomandi er í.Eg vildi mála eina jaliga mynd, sum sigur nakað um, at uttan mun til hvussu ring støðan er, so er tað eitt lív, sigur listamaðurin.
Tróndur Patursson hevur latið myndina sum stuðul til arbeiðið hjá foreldrum at børnum, ið hava ella hava havt krabbamein.
Kortið kostar 20 krónur, og fer inntøkan óskerd til foreldrabólkin.
Kortið fæst við at ringja: 317959 ella 217959 ella senda teldupost til ffk@krabbamein.fo