Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba í Føroyum

26/9/2007

Nú verður helst skjótt farið undir at koppseta gentur ímóti lívmóðurhálskrabba í Føroyum.
​ES hevur júst góðkent eitt koppingarevni móti lívmóðurhálskrabba, og roknað verður við, at donsku heilsumyndugleikarnir fara at góðkenna evnið um ein mánað, soleiðis at tað kann verða tikið í brúk í Danmark.

Koppingarevnið verjir móti einum krabbaelvandi virusi, sum smittar við kynsligum sambandi.

Í Føroyum fáa umleið 18 kvinnur árliga staðfest lívmóðurhálskrabba. Verður farið undir at koppseta danskar gentur móti lívmóðurhálskrabba, er lítil ivi um, at hetta eisini fer at standa føroyskum gentum í boði.

Landslæknin, Høgni Debes Joensen, sigur, at hann fer at mæla til, at ein koppsetingarskrá, ið eisini fevnir um lívmóðurhalskrabba, verður sett í gildi í Føroyum, helst samstundis sum í Danmark.

Og Jansy Gaardlykke, ráðgevi hjá Føroya Felag móti Krabbameini, fegnast um útlitini til, at farið verður undir at koppseta móti lívmóðurhálskrabba.