Kom við gongutúr í Havnardali – hósdagin 23.oktober
20/10/2025

Kom við gongutúr í Havnardali – hósdagin 23.oktober!
Vit møtast kl 16, har bussurin steðgar við Norðasta Horn. Leið 2 steðgar har.
Túrurin er lættur og tekur áleið hálvan annan tíma. Vit ganga niðan gøtuna til vatnbrunnin og heimeftir aftur eftir vegnum.
Veðrið sær lovandi út, so tú kanst gleða teg til ein hugnaligan túr í sera vøkrum náttúruumhvørvi.
Tær nýtist bert at hava góðar skógvar – vit gleða okkum at síggja teg!