Kom og gakk - Gongu½maraton 3. juni í 2018

Gongu½maraton 3. juni 2018
Fyri 16. ferð verður skipað fyri Tórshavn marathon. Í ár, eins og trý tey undanfarnu árini, ber til at ganga ½ maraton. Tað verður gjørt í samstarvi við Krabbameinsfelagið.
Seinastu trý árini hevur verið fullteknað, so bíða ikki ov leingi at tekna teg. Tekna tú teg í síðsta lagi 1. apríl, so er kostnaðurin 350kr. og av teimum fara 100 kr beinleiðis til Krabbameinsfelagið. Eftir tað hækkar kostnaðurin.
TILMELDING: https://app.lap.io/event/2018-torshavn-marathon
Tilmelding
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 31. mai kl. 18.00
Kostnaður fyri tiltakið er:
Tekningarkostnaðurin fyri at ganga ½ maraton er tann sami sum fyri at renna, tó fær Krabbameinsfelagið 100 kr. fyri hvønn, sum teknar seg at ganga ½ maraton.