Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

KIU summargestir hjá Undirlívsbólkinum

23/5/2012

Tíðindaskriv

KIU summargestur hjá Undirlívsbólkinum

Í juni komu kvinnur frá KIU, sum er undirlívsbólkur hjá Kræftens Bekæmpelse, at vitja Undirlívsbólkin hjá Krabbameinsfelagnum. Vitjanin var 3.-8. juni, og vórðu tær tíggju í tali, sum komu hendan vegin.

KIU (Kræft i underlivet)skipar á hvørjum ári í Danmark fyri ráðstevnu við viðkomandi fyrilestrum, og plaga umboð fyri føroyska Undirlívsbólkin at luttaka. Umframt viðkomandi kunning um krabbamein, er á hesum ráðstevnum eisini høvi hjá luttakarunum, at tosa saman og býta sínámillum royndir og vitan um krabbamein í undirlívi. Ráðstevnurnar eru kveikjandi og týðandi íblástur til arbeiðið hjá Undirlívsbólkinum her heima.

Kvinnurnar í KIU gjørdu av at leggja leiðina til Føroya á kunningarferð í ár. Dagarnir vórðu nýttir til at uppliva Føroyar við útferðum ymsastaðni og til at vera saman við kvinnum úr Undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum, har bólkarnir báðir samskiftu um felags áhugamál, samstarv og royndir.

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum er málgagn hjá og arbeiðir fyri áhugamálunum hjá kvinnum við undirlívskrabba. Bólkurin  skipar javnan fyri kunnandi átøkum og hugnakvøldum. Samstarvið við eitt nú danska KIU er av stórum týdningi fyri virksemið hjá Undirlívsbólkinum.

Vegna Undirlívsbólkin

Jansy Gaardlykke,

dagligur leiðari á Krabbameinsfelagnum

tlf: 217959/317959