Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

KENNIR TÚ TÍN PROSTATA?

24/11/2014

Kvinnurnar handan faldaran "Kennir tú tín prostata?"

Tað eru tær fýra sjúkrafrøðislesandi, Birita Dahl, Lena Nybo Hvítklett, Rannvá Laksáfoss og Reidunn Magnussen, sum í samband við eina próvtøku, hava skrivað eina grein um prostatakrabba og gjørt faldaran "Kennir tú tín Prostata?". Sí faldaran HER

Á myndini frá vinstur: Birita Dahl, Lena Nybo Hvítklett, Reidunn Magnussen og Rannvá Laksáfoss.

Krabbameinsfelagið fegnast um at tær á hendan hátt vilja varpa ljós á eina krabbameinssjúku sum nógvir føroyskir menn hava og eru í vanda fyri at fáa. Samandráttur av greinini, sum stóð í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum farna vikuskifti, kann lesast niðanfyri.

Kennur tú tín prostata

Prostatakrabbi er mest vanligi krabbin millum menn og her heima doyggja tíggju av sjúkuna árliga. Sjúkan sæst mest hjá monnum eldri enn 50 ár, og vandin fyri at fáa sjúkuna økist við aldrinum. Seinastu árini er talið av monnum, ið fáa staðfest krabba í prostata tvífaldað. Hetta er tí, at fleiri menn lata seg kanna og tí fáa staðfest sjúkuna.

Aldurstekin ella krabbi

Aldurin kann geva trupulleikar við at lata vatnið. Sum oftast er tað ikka alvorligt, men tó skal ein taka tað alvorligt og lata seg kanna. Fyrstu tekini um prostatakrabba eru tey somu sum við forstørra prostata, ið er ein vanlig óskaðilig sjúka millum eldri menn. Krabbin kann tó spjaða seg út í nærliggjandi vevna og beinagrind, og byrjar tá at geva onnur tekin.

Krabbin kann arvast

Ein útav tíggju, ið fáa prostatakrabba eru orsaka av ættarbregi. Illgrunni er um, at helvtin av hesum tilburðunum eru aggressivir og ólekjandi og koma fyri, áðrenn 55 ára aldur. Menn, har t.d. pápin ella abbin hevur fingið staðfest sjúkuna, skulu lata seg kanna, tá ið teir eru 5-10 ár yngri enn pápin var, tá ið hann fekk staðfest krabba. Hetta verður gjørt við einari PSA blóðroynd, ið gevur eina mynd av, hvør aktivitetur er í prostata. Um nøgdin av PSA er hækkað, kann tað vera tekin uppá krabba, men tað kann eisini vera talan um forstørra prostata ella blørðubruna. Neyðugt er tí við útgreinandi kanning hjá serlækna. Mælt verður til, at menn, ið hava prostatakrabba í familjuni, taka PSA blóðroynd eina ferð um árið, eftir teir eru fyltir 40 ár.

Ivasom screening

Endamálið við screening er at finna sjúkuna skjótast møguligt fyri at fyribyrgja ella lekja sjúku og minkar um deyðiligheitina. Í samband við prostatakrabba verður PSA blóðroyndin nýtt. Blóðroyndin gevur eina ábending um krabba, men útihýsir ikki, at talan er um góðkynjaða sjúku. Kanningin vísir heldur ikki, um talan er um friðaligan ella aggressivan krabba. Í Føroyum verður ikki screenað fyri prostatakrabba, men krabbameinsætlanin fyri 2009 viðmælir, at PSA royndin verður nýtt, tá ið ítøkiligur illgruni er um prostatakrabba. Tað vil siga menn, ið hava eyðkennir fyri sjúkutekini, ella har prostatakrabbi er í familjuni.

Hvat kanst tú gera?

Mett verður, at ein útav trimum krabbatilburðum kunnu fyribyrgjast, um man er tilvitaður um sína heilsu. Vansar sum royking, yvirvekt, alkohol, kropsligt óvirkni, stráling og ígerðir økja um vandan fyri at fáa krabba. Sjúkan er sostatt í mongum førum orsakað av okkara lívsstíli. At vera kropsliga virkin og eta góðan kost hevur stóran týdning fyri eina góða heilsu og kanningar benda á, at tað minkar um vandan at fáa prostatakrabba.

Far til lækna

Tað er betri at fara til lækna einaferð ov nógv, enn einaferð ov lítið. Tað vísir seg, at ov fáir menn fara til lækna, tá ið teir uppliva, at kroppur teirra broytist. Tað er týdningarmikið, at tú tekur tíni sjúkutekin í álvara, hóast tað ikki nýtist at vera tekin uppá krabba.