Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Kekkurin verður handaður á samkomu í Fabrikkini hjá Öström

10/9/2014

35 fólk og 10 hjálparfólk hava síðan september mánað í fjør savnað pening inn til børn við krabba. Flestu pengarnir koma frá sponsorum, men eisini frá tiltøkum so sum Gallakvøldinum á Hotel Føroyum, umframt at fleiri kommunur hava stuðlað væl. Tiltakið verður hósdagin kl. 16, og umframt at liðið í ár takkar fyri seg, so verða umboð fyri Krabbameinsfelagið, Team Rynkeby fonden og ikki minst liðið sum skal avstað komandi ár eisini við.

Í 2015 fara 50 súkklarar avstað, so tað verður ein enn størri hópur enn síðst, ið verður at síggja kring um á føroysku landavegunum næsta árið. Team Rynkeby Føroyar vil við hesum hjartaliga takka øllum, ið á ein hvønn hátt hava hjálpt til við pengum, tilfari, tíð, orku og vælvild, og øll eru vælkomin framvið í Fabrikkini hjá Öström hósdagin 11. september kl. 16-17.

Á myndini síggjast súkklarirnir, júst komnir til París