Jólaborðhald fyri familjur við børnum, sum hava ella hava havt krabbamein
17/11/2016

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri jólaborðhaldi á Parnassinum á Hotel Hafnia sunnudagin 27. november kl. 15.00.
Tiltakið er ætla familjum við børnum, sum hava ella hava havt krabbamein. Tiltakið er ókeypis.
Vinarliga boða frá luttøku innan fríggjadagin 25. november kl. 12.00 á tlf. 317959 ella á kmf@krabbamein.fo
Vegna Foreldrabólkin hjá Krabbameinsfelagnum
Elin-Maria Joensen og Sólrun Jacobsen