Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Jim Reeves í Trongisvági til frama fyri Krabbameinsfelagið

14/4/2015

Jim Reeves í Trongisvági til frama fyri Krabbameinsfelagið

Leygarkvøldið 18. apríl kl. 20.00 verður stór konsert í ítróttarhøllini í Trongisvági. Tá trínur Jens Lisberg á pallin, við framúr góðum tónleikarum og sangarum. Hetta kvøldið er til frama fyri Krabbameinsfelagið.

Jens Lisberg hevur eina sera góða og hugtakandi rødd. Vit kenna hana frá slagarum í útvarpinum, frá konsertum og í øðrum fólksligum samanhangum. Leygarkvøldið 18. apríl verður hann á heimabeiti við Jim Reeves tónleiki í høllini í Trongisvági. Við sær hevur hann hesar tónleikarar:

Jóhan Martin Jacobsen, guitar, Sámal Midjord bass, Bernhard H. Petersen, tangentar og guitar og handan trummurnar leikar Per Ingvald Petersen.

Í kórinum eru Sigga Maria Hansen, Fríðgerð Midjord Ellefsen og Barbara á Tjaldrafløtti. Gestasangari er Marner Lisberg.

Í ár eru 50 ár liðin síðan Jim Reeves doyði og hetta er orsøkin til, at Jens hevur valt at bera fram sangir hjá Jim Reeves.

“Eg havi altíð verið sera hugtikin av Jim Reeves. Sangirnir eru einfaldir og samstundis sera sterkir, og so hugtaka teir eisini fólk. At vit so samstundis kunnu veita Krabbameinsfelagnum eina hond, ger sanggleðina enn størri. Vit fegnast eisini um stuðlarnir vit hava fingið” sigur Jens.

Konsertin byrjar kl. 20.00. Bilettin kostar 200 kr. og kann keypast við dyrnar frá klokkan 18.00, leygarkvøldið 18. apríl.