Jákup N. Olsen gevur NCU staffettina víðari til Ísland
Jákup N. Olsen gevur NCU staffettina víðari til Ísland
Eftir 3 ár við róðri í Nordisk Cancer Union, gevur Jákup N. Olsen nú formansskapin víðari til Ísland, sum pr. 1. Januar 2015 tekur yvir uppgávuna at stíla fyri NCU arbeiðinum trý tey komandi árini. Formansskapurin í Nordisk Cancer Union roterar 3. hvørt ár.
Í sambandi við, at Ísland yvirtekur formanspostin, hevur Íslendska Krabbameinsfelagið spurt Biritu Ludvíksdóttir, sum hevur virkað sum NCU samskipari seinastu 3 árini, um hon kann halda áfram við at gera hetta arbeiðið fyri Ísland. Birita hevur játtað at vera samskipari í eina tíð afturat.
Jákup N. Olsen hevur verið glaður fyri tíðina sum formaður í NCU og fegnast um alt, sum er komið burturúr ímeðan Føroyar hevur havt formanskapin. Granskingarstuðul á 750.000 euro um ári er latin til granskarar, ið granska innan krabbamein í Norðanlondum og stuðul á 250.000 euro um ári er latin til fleiri aðrar strategiskar verkætlanir innan krabbamein í Norðanlondum. Harumframt er nýggj granskingarstrategi samtykt, felagsyvirlýsing um nýtslu av solarium er samtykt og nýggj heimasíða er gjørd og tikin í brúk. Jákup N. Olsen fegnast tó mest um samstarvið, sum er fingið í lag við Norðurlandaráðið og Norðurlendska ráðharraráðið á krabbameinsøkinum. Hetta er serliga føroyskum politikkarum fyri at takka.
Tað vóru limir okkara í Norðurlandaráðnum: Høgni Hoydal og Helgi Abrahamsen, sum í 2013 løgdu fyri Norðurlandaráðið eitt uppskot til samtyktar um tættari samstarv ímillum Nordisk Cancer Union og Norðurlandaráðið/Norðurlendska Ráðharraráðið. Uppskotið varð einmælt samtykt av Norðurlandaráðnum tann 30. Oktober 2013 í Stórtinginum í Oslo.
Síðani hevur Norðurlendska Ráðharraráðið biðið Bo Kønberg, fyrrverandi ráðharra í Svøríki, um at skriva eina óhefta frágreiðing um, hvussu norðurlanda samstarvið innan heilsuøkið kann mennast og styrkjast næstu 5-10 árini. Frágreiðingin varð liðug í juni 2014, og arbeitt verður nú fram ímóti at seta tilmælini í frágreiðingini í verk.
Íslendska krabbameinsfelagið er sera fegið um Norðurlandaráðssamtyktina um tættari samstarv við NCU og um eftirfylgjandi frágreiðingina hjá Bo Kønberg. Ragnheiður Haraldsdóttir, stjóri í Íslendska Krabbameinsfelagnum sigur, at Ísland komandi tíðina fer at leggja nógva orku í at fáa Norðurlandaráðssamtyktina og tilmælini í frágreiðingini hjá Bo Kønberg sett í verk í Norðanlondum.
Á myndini eru Jákup N. Olsen, formaður og Birita Ludvíksdóttir, NCU samskipari, avmyndaði saman við formanninum og stjóranum í Íslendska Krabbameinsfelagnum: Jakob Johannsson og Ragnheiður Haraldsdóttir.