Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Innbjóðing til hugnakvøld hjá Undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum

15/9/2017

Innbjóðing til hugnakvøld hjá Undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu mánakvøldið 25. september kl. 19.00 til 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58, Tórshavn.

Umframt hugna og drekkamunn, verða eisini umboð fyri SIRI og Tjaldurs Apotek til staðar. Tey fara at siga frá og vísa fram ymsar vørur, sum kunnu verða til hjálp fyri kvinnur, ið hava árin og hjáárin av sjúku og viðgerð í samband við krabbamein í undirlívinum, eitt nú turrar slímhinnur, bløðrubruna o.a.

Vinarliga boða frá luttøku á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo  innan mánadagin 25. september kl.15.00 so vit vita áleið hvussu nógv vit skulu gera drekka til.

Vinarliga

Beinta E. Højsted, forkvinna í Undirlívsbólkinum