Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Innbjóðing til hjá sjálvhjálparbólkinum "Menn ið hava, ella hava haft, prostata krabba".

6/11/2014

• Byrjað verður við at fáa sær ein drekkamunn

• Vælkomin

• Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum

• Kunnað verður um viku 7 í 2015 har vit fáa vitjan úr Aalborg

• Luttakari á fundinum kemur við sínum íkasti at siga okkum frá nøkrum persónligum upplivingum, ið hann hevur havt, serliga tað síðsta hálva árið við síni Prostata viðgerð

• Spurningar frá luttakarum – møguliga hevur onkur okkurt uppá hjarta

• Møguligt tjak – orðið frítt

• Uppskot av evnum til komandi fund

NB: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi mánadagin 24. november kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo

Vinarliga

Eirikur Ólason Simonsen, fm.

Á myndini sæðst Eirikur Ólason Simonsen, fomaður í bólkinum fyri menn sum hava, ella hava haft, prostata krabba.