Innbjóðing til fund hjá sjálvhjálparbólkinum "Menn sum hava, ella hava havt, prostatakrabba".

Innbjóðing til fund hjá sjálvhjálparbólkinum fyri"Menn sum hava, ella hava havt, prostata krabba".
Fundurin verður mikukvøldið 18. mars 2015 frá kl. 19.00 til 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum úti á Grønlandsvegi 58, í Havn.
- Byrjað verður við at fáa sær ein drekkamunn
- Vælkomin
- Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
- Luttakari, ið verður við á fundinum, kemur við sínum íkasti at siga okkum frá nøkrum persónligum upplivingum, ið hann hevur havt, serliga tað seinasta árið við síni Prostata viðgerð
- Spurningar frá luttakarum – møguliga hevur onkur okkurt at leggja aftrat
- Møguligt tjak – orðið frítt
- Uppskot av evnum til komandi fund
NB: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi mánadagin 16. mars kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost: kmf@krabbamein.fo
Vinarliga
Eirikur Ólason Simonsen, fm.
Á myndini sæðst Eirikur Ólason Simonsen, formaður í bólkinum fyri menn sum hava, ella hava havt, prostata krabba.