Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Innbjóðing til fund hjá sjálvhjálparbólkinum fyri "menn ið hava, ella hava havt, prostatakrabba"

7/9/2015


Innbjóðing til fund hjá sjálvhjálparbólkinum fyri “Menn ið hava, ella hava havt, prostata krabba”.

Fundurin verður mikukvøldið 9. september 2015 frá kl. 19.00 til 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum úti á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Kvøldið er skipað við drekkamunni, framløgu, spurningum, tjakið, kunning og hugnaligari samveru.

-Eisini hevur luttakari bjóða seg fram at siga fram søgu sína um sjúku og viðgerð og hetta er fyrstu ferð at hann er við í hesum bólki - høvi verður at seta spurningar.

NB: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi mánadagin 7. september kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost: kmf@krabbamein.fo

Vinarliga

Eirikur Ólason Simonsen, fm.