Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Innbjóðing til fund hjá sjálvhjálparbólkinum fyri "menn ið hava, ella hava havt, prostatakrabba"

12/5/2014

                                                                                                                                               Úti í Grønlandi hin 12.05.2014

                                                                                                   

Fundurin verður mikukvøldið  21. mai 2014 frá kl. 19.00 til 21.00  í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum úti á Grønlandsvegi 58.

Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:

     

·         Byrjað verður við at fáa sær ein drekkamunn.

·         Vælkomin.

·         Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum.

·         Spurningar frá luttakarum – møguliga hevur onkur okkurt uppá hjarta

·         Greitt verður frá Landsfundinum hjá PROPA, ið var í Ringsted Kongrescenter

·         Hví er útferðin, ið ætla var at hava í mai til Suðuroynna útsett?

·         Møguligt tjak – orðið frítt.

·         Uppskot av evnum til komandi fund

NB: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi mánadagin 19. mai kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo

Vinarliga

Eirikur Ólason Simonsen, fm.

Á myndini sæst Eirikur Ólason Simonsen, formaður í Prostatabólkinum